Mynd: EPA

Ungarn tók øll trý stigini

Agnar Frederiksen

10.10.2017 - 20:55

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Føroyar taptu tepurt í Budapest í kvøld. Eins og fyri tveimum árum síðani á sama leikvølli, so var tað áleyparin Daniel Bode, sum kom inn frá beinkinum og avgjørdi dystin. Hann stútaði eitt av teimum mongu framúr innleggunum frá liðformanninum Balasz Dzsudzsak í málið, tá tíggju minuttir restaðu í.

Eftir ein 1.hálvleik har Føroyar hevði fínt tamarhald á dystinum, so var Ungarn greitt omaná í 2.hálvleiki, og fekk lagt eitt tungt trýst á føroyska málið. Tað var fleiri ferðir tætt við, og Gunnar Nielsen noyddist eisini í fulla longd. Innskifti Kaj Leo í Bartalsstovu var tó við at fáa eitt sindur lív í álopskenda spælið. Tá eitt lítið korter var eftir setti hann ein ungarskan leikara av, men skotið frá brotsteigarmarkinum fór beint omanfyri. Beint áðrenn málið breyt vælleikandi Ári Mohr Jónsson ígjøgnum í vinstru, og tað var tætt við at hansara góða innlegg varð prikað inn. Ístaðin legði Ungarn seg á odda. Føroyar royndi at leggja trýst á, men tað er Ungarn, ið endar á triðja plássið í bólkinum.

Føroyingar stríddust væl, og tað vóru nógv jalig ting at síggja aftur í kvøld. Í 2. hálvleiki fekk Ungarn tó veruligt yvirtak, og tá sást munur á liðnum. Føroyingar vórðu kroystir, og fleiri sóu út til at vera møddir.

Samanumtikið ein søgulig undankapping, har Føroyar endaðu nummar fýra útav seks liðum, fingu níggju stig og hildu málið reint í helvtina av dystinum. 

Ungarn - Føroyar (1-0)