Mynd: Jens Kr. Vang

Ungarskur fjølmiðil - vindurin, kuldin og graslíkið høvdu skuldina

Jens Hákun Leo

07.09.2016 - 13:00

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Vindurin, kuldin og graslíkisvøllurin gjørdu dystin ímóti Føroyum í gjárkvøldið truplan.

Hetta skrivar ungarska heimasíðan Hungary Today í dag um dystin í gjárkvøldið.

Heimasíðan gevur sostatt ikki føroysku leikarunum rós fyri avrikið í gjár og vísir á leikgongdina, at talan var um ein sera hendingafátækan fyrsta hálvleik, og at seinri hálvleikur ikki var stórt frægari, og at tað ikki var fyrr enn síðstu løtuna, at ferð kom á við møguleikum báðar vegir.

Heimasíðan sigur, at samanumtikið eigur ungarska liðið, sum var illa rakt av skaðum, og av at ávísir spælarir júst eru givnir, at vera stak illa nøgt við avrikið, men at tað hóast alt eigur at vera fegið um tað eina stigið, sum spurdist burturúr, tá ið alt kom til alt.

Harafturímóti rósti ungarski landsliðsvenjarin, Bernd Storck, føroyska liðnum eftir dystin í gjár og segði, sambært Hungary Today, at...

- Tað hevði verið gott at vunnið dystin, men soleiðis sum Føroyar spældu, fer tað helst eisini at vera trupult hjá øðrum liðum at fáa trý stig ímóti teimum. Vit royndu at leypa á, men vit spældu ikki væl, og vit megnaðu ikki at seta okkum á dystin. Summir av okkara leikarum vantaðu dystarvenjing...men nú mugu vit hyggja frameftir til næsta dystin ímóti Sveits, sum verður ein heilt øðrvísi dystur. Eg vóni, at vit verða í betri formi tá, og at vit megna at spæla betur, enn vit gjørdu nú.