Føroya Fólkaháskúli (Mynd: Lions Club Tórshavn)

Ungdómslega á Háskúlanum heiðrar teimum løstaðu í Nice

Niels Petersen

16.07.2016 - 09:40

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur
Úti á Háskúlanum er ein altjóða ungdómslega í hesum døgum, sum Lions Club Tórshavn skipar fyri. Nógvir nationalitetir eru umboðaðir á leguni, og í samhuga við tey løstaðu í Nice, eftir yvirgangsatsóknina hóskvøldið, valdu tey at vinda fleiri fløgg upp á hálva stong.

Yvirskipaða endamálið við leguni er sambært Lions Club Tórshavn, at skapa "frið og felagskap" (forstáilsi), við at ung úr øllum heiminum koma saman, og læra hvønn annan at kenna, og soleiðis betri kunnu skilja og virða mentanina hjá hvørjum øðrum.

Tey ungu koma til Føroyar úr 17 ymiskum londum, Teilandi, Kekkia, Ísrael, Makedonia, Rumenia, Bulgaria, Finnlandi, Pólandi, Svøríki, USA, og so framvegis. Eisini er fransmaðurin, Rafael Pons við, upplýsir Lions.

Morgunsetan í gjár snúi seg um yvirgangsatsóknina hóskvøldið. Rafael las ein tekst upp, har hann gjørdi vart við, hvussu stóran týdning friður og felagskapur hava fyri, at fyribyrgja slíkum harðskapi. Og at legur sum Lions-legan eru ein týdningarmikil partur í hesum góða stríði. Síðani høvdu tey eina løtu í tøgn í samhuga við offrunum.

- Hvønn dag eftir morgunsetu vinda vit fløggini á stong. Fríggjamorgunin fóru tey tó øll upp í hálva stong, og franska flaggið fekk sjálvandi heiðursplássið á høvuðsstongini.