Jóhanna Magnusardóttir, Beinir Bergsson og Hjørdis Zachariassen (Mynd: Kvf.fo)

Ungdómurin lurtar ikki eftir útvarpi: RøddinLive tikin av skrá


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Sverri Egholm

08.04.2017 - 09:02

Mentan > Mentan > Miðlar & fólk

Kringvarpið jarðar nú ungdómssendingina í útvarpinum seinastu árini, Røddinlive. Tað varð sagt í seinastu sendingini í gjárkvøldið.

- Um nakrar dagar fer okkurt annað spennandi at koma. Vit kunnu ikki avdúka hvat tað verður, men tað verður ikki tað sama. Nakað meira tíðarhóskandi, segði Birgith Lassen, redaktørur á Røddini, sum er ungdómspallurin hjá Kringvarpinum.

RøddinLive hevur ungdómin sum móttakara og ungdómurin lurtar ikki eftir útvarpi beinleiðis. Um ungdómurin skal lurta eftir útvarpi skal tað vera on demand ella á podcast. Altso, eftir at tað er sent í útvarpinum og lagt á netið.

Nýggja heimasíðu til ungdómin
Hóast redaktørurin ikki kundi avdúka júst hvat Kringvarpið fer at gera til ungdómin framyvir, so segði Birgith Lassen, at ein nyggj meira tíðarhóskandi heimasíða verður lanserað um ikki so langa tíð.

- Hetta er eitt stórt stig at taka (at gevast við sendingini, red.), men eg haldi tað er neyðugt og hevur verið tað í longri tíð, segði redaktørurin í sendingini.

RøddinLive byjaði í 2014, tá sendingini skifti navn frá “Reiðrið”. Røddin varð upprunaliga stovnað sum ein privat heimasíða við bloggum og tíðindum fyri ung, men í 2013 tók Kringvarp Føroya ungdómspallin undir sínar veingir.

Seinastu mánaðarnar hava Beinir Bergsson og Hjørdis Zachariassen verið vertir í sendingini, og tey í Røddini samstundis sum útvarpssendingin verður tikin av skránni.