(Mynd: roundhouse.org.uk)

Ungir tónleikarar møguleika at koma á stóran pall í London



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

18.05.2017 - 12:07

Mentan > Mentan > Tónleikur

Í august fara tveir bretskir tónleikarar frá kenda konsertstaðnum the Roundhouse í London og Marius Ziska at hava tónleikaverkstovur saman við 20 føroyskum ungum tónleikarum og sangarum í aldrinum 15-25 ár. Verkstovurnar enda við eini framførslu. Tað er Norðurlandahúsið, ið skipar fyri.

Trý ella fýra av teimum, sum luttaka í verkætlanini í Føroyum, sleppa í november til London at arbeiða saman við ungum tónleikarum úr øllum heiminum fram ímóti eini stórari ”ON MASS”-framførslu í the Roundhouse 12. november. Eini 1500 áskoðarar verða til staðar og ongin minni enn Angelique Kidjo fer at standa á palli og framføra saman við teimum.

Framførslan er partur av EFG London Jazz Festival.

Versktovurnar (og túrurin til London) eru ókeypis. Treytirnar fyri at vera við eru, at ein skal vera millum 15 og 25 ár, duga at syngja ella spæla eitt ljóðføri, tíma at arbeiða saman við øðrum ungum tónleikarum, tora at framføra og skilja enskt.

Tíðindaskriv frá Norðurlandahúsinum