Mynd: TV2

Ungur dani latið lív í ferðsluvanlukku - spældi allarhelst Pokemon

Steinar Patursson

28.07.2016 - 15:33

Tíðindi > Danmark

Ein 21 ára gamal dani lat í dag lív í einari ferðsluvanlukku, og tá løgreglan kom á staðið kundi hon staðfesta, at Pokemon Go var tendrað á telefonini.

Ungi drongurin, ið koyrdi í einum lítlum vøruvogni, hevði rent á eitt træ, og var kleimdur inni í bilinum.

Løgreglan sigur, at telefonin var ikki afturlatin tá komið varð á staðið, og tað gevur ábendingar um, at drongurin hevði spælt Pokemon Go meðan hann koyrdi.

Av tí at eingin var til staðar, tá vanlukkan hendi, kann tó ikki staðfestast, at hann ehvði spælt Pokemon, meðan hann koyrdi.

- Vanliga steingist ein telefon, um tú ikki nýtir hana. Men vit funnu so telefonina upplætna, og appin var tendrað, sigur Jørn Kresten Nielsen, politikommiserur, við TV2.