Srinath Narayanan (Mynd: faroesopen.com)

Ungur indari á odda í Kollafirði

Ingi Samuelsen

17.07.2017 - 08:07

Ítróttur > Ítróttur > Huga ítróttur (talv/bridge osv.)

Tað er ungi altjóða meistarin úr India, Srinath Narayanan, sum higartil hevur klárað seg best í altjóða talvkappingini, Faroes Open, sum verður telvað í Kollafirði í hesum døgum.

Í gjár varð sætta umfar av níggju telvað, og indarin við styrkitalinum 2505 hevur nú lagt seg á odda við 5,5 stigum framman fyri Julio Granda Zuniga úr Peru, Jens Kristiansen úr Danmark og Høgna Egilstoft Nielsen, sum allir hava 4,5 stig.

Í gjár spældi indarin móti dananum Allan Stig Rasmussen, sum lá á næstfremsta plássi undan umfarinum í gjár. Indarin vann talvið, og styrkti sína støðu í oddinum, so at hann nú hevur eina leiðslu upp á eitt heilt stig.

Tryggja indiska leiðslan varð eisini tryggjað av, at føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska spældi í gjár javnt móti sterka peruvianska stórmeistaranum Zuniga. Helgi Dam Ziska liggur nú á fimta plássi í kappingini við 4 stigum saman við danska stórmeistaranum Allan Stig Rasmussen.

Í dag skal Helgi Dam Ziska royna seg móti indiska oddamanninum.

Høgni Egilstoft Nielsen er tann av føroyingunum, sum higartil hevur klárað seg best. Høgni hevur onki talv tapt enn, men hevur vunnið trý og spælt trý javnt. Men í dag fær hann harða mótstøðu, nevniliga móti Zuniga úr Peru, ið hevði hægsta styrkital undan kappingini. Zuniga hevur ratingtalið 2656 meðan Høgni Egilstoft Nielsen hevur 2323.

Faroes Open í Kollafirði endar mikudagin.