Michael Dawson hjá Hull iðrar seg yvir at tað ikki rakk til finalusess (Mynd: EPA)

United er í EFL Cup finaluni

Niels Petersen

26.01.2017 - 22:06

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Hóast Manchester United tapti seinnu EFL Cup hálvfinaluna móti Hull í kvøld, so var munurin á tvey mál í fyrru hálvfinaluni nóg mikið til at vinna United sessin í finaluni á Wembley. Hull vann dystin í kvøld 2-1.

Hull spældi munandi betur enn støða teirra í Premier League vísur, og kundi, um neyðugt hepni var við teimum, tryggjað sær finalusessin.

Úrslit:
Hull - Manchester United 2-1 (1-0)

T. Huddlestone (35.)
P. Pogba (66.)
B. O. Niasse (85.)