United-leikararnir kundu fegnast eftir 2-1 sigurin á Totteham í hálvfinaluni. (Mynd: EPA)

United er í finaluni

Agnar Frederiksen

21.04.2018 - 18:46

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

United tryggjaði sær í kvøld pláss í FA Cup finaluni við 2-1 sigri á Wembley ímóti Tottenham. 

Tað var annars Tottenham, ið legði betri út. Í 10.minutti sendi Christian Eriksen eitt frálíkt innlegg inn úr høgru, og við aftaru stong stýrdi Dele Alli bóltin í málið. Tottenham spældi væl, og hevði onkrar støður har tað kundi verið 2-0.

Men ístaðin svaraði United aftur. Paul Pogba vann bóltin høgt uppi, legði sera væl innfyri úr vinstru, har Alexis Sanchez leyp upp og stútaði bóltin í málið. Restina av hálvleikinum leikaði javnt á, og tað var 1-1, tá liðini fóru at hvíla seg.

Tottenham hevði bóltin væl meira í dystinum, men útyvir málið høvdu Kane og co. bert eitt skot uppá mál. United-liðið var sera væl skipað, og var eisini meira vandamikið. Tá ein tími var leiktur, hevði United eina umstilling, bólturin endaði við førutnar á Ander Herrera, sum staddur á brotsteigarmarkinum smekkaði til, og so var 2-1.

Tottenham royndi at leggja trýst á, men kom ógvuliga lítið á sínum vanliga heimavølli. United vann uppiborið, og skal um nakrar vikur spæla steypafinalu á sama vølli.

Hvat lið United fer at møta í finaluni verður greitt í morgin, tá Chelsea og Southampton hittast í hinari hálvfinaluni.