Mynd: EPA

United franska vitjan í kvøld

Jens Hákun Leo

16.02.2017 - 18:25

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Manchester United tekur í kvøld kl. 20.05 ímóti St. Etienne úr fronsku Ligue 1 í tí fyrra dystinum í 1/16 finaluni í Europa League.

Manchester United liggur, sum nú er, nummar seks í ensku Premier League, meðan St. Etienne liggur nummar fimm í fronsku Ligue 1.

United er enn við í stríðnum um at enda ímillum fýra tey bestu í Premier League, og er per dags dato einans tvey stig frá 4. plássinum, men vinnur felagið Europa League, merkir tað, at felagið er tryggjað luttøku í Champions League komandi kappingár, sjálvt um felagið skuldi endað uttanfyri topp 4 hetta kappingarárið.

Tískil er væntandi, at United fer at stilla upp við einum rímiliga sterkum liði í kvøld, tá ið felagið fær vitjan av franska felagnum, har beiggi Paul Pogba, Florentin Pogba, er ein av leikarunum.

Manchester United og St Etienne hava einaferð áður hitst í evropeiskum samanhangi. Tað var í 1977, tá ið United vann 3-1 samanlagt yvir tveir dystir í Cup Winners Cup - harav tann seinri dysturin varð leiktur í Plymouth, og ikki á Old Trafford í Manchester, eftir at áðsskoðararnir hjá United høvdu gjørt ónáðir í sambandi við tann fyrra dystin ímillum liðini bæði í Fraklandi, og eftir at United hareftir høvdu fingið loyvi at verða verðandi í kappingini, um teir fluttu heimadystin hjá sær meira enn so og so nógvar kilometrar frá Old Trafford.

Hinir dystirnir í 1/16 finaluni í Europa League í kvøld eru hesir:

Villareal-Roma
Anderlecht-Zenit
PAOK Salonika-Schalke 04
Legia Warszawa-Ajax Amsterdam
Hapoel Be´er Sheva-Besiktas
Athletic Bilbao-Apoel Nicosia
Olympiakos-Osmanlispor
Ludogorets Razgrad-FCK
Gent-Tottenham
FC Rostov-Sparta Prag
Celta Vigo-Shaktar Donetsk
Borussia Moönchengladbach-Fiorentina
AZ Alkmaar-Lyon
Astra Giurgiu-KRC Genk

Dysturin ímillum FK Krasnodar og Fenerbahce er longu liðugur. Hann endaði við 1-0 sigri til FK Krasnodar.

Seinru dystirnir í 1/16 finaluni verða leiktir í komandi viku.