Nemanja Matic bæði skoraði og legði upp í 2-0 sigrinum hjá United i kvøld. (Mynd: EPA)

United hálaði sigurin heim í kvartfinaluni

Agnar Frederiksen

17.03.2018 - 21:42

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Manchester United skuldi reisa seg eftir skuffandi tapið fyri Sevilla í 1/8 finaluni í Champions League týskvøldið. FA Cup er einasti møguleikin hjá Mourinho & co. at vinna eitt steyp í ár, og við 2-0 sigri á Brighton á Old Trafford, er United nú í hálvfinaluni.

Brighton fór fríksliga til uppgávuna, og liðið ið liggur nummar 12 í Premier League gav nummar tvey høvuðbríggj. Útiliðið fekk skapt nakrar góðar støður, og fekk roynt Sergio Romero í málinum hjá United. Brighton hevði fleri skotroyndir, men United vara tað meira effektiva liðið.

Stóri áleyparin Romelu Lukaku, legði heimaliðið á odda smáar tíggju minuttir fyri hálvleik. tá hann við aftaru stong stútaði bóltin í málið eftir gott innlegg frá Nemanja Matic. Sami Matic lukkaði dystin sjey minuttir fyri tíð, tá hann setti pannuna á eitt gott frísparksinnlegg frá Ashley Young.

United spældi ikki tann besta dystin, men fekk ein 2-0 sigur í hús, og skal sostatt til Wembley skjótt, sum ein av teimum seinastu fýra liðunum í kappingini.

FA Cup kvartfinala:

Manchester United - Brighton 2-0(1-0) 


Fyrr í dag vann Tottenham tryggan 3-0 sigur i Wales. Christian Eriksen var við tveimum málum við til at søkka Swansea.

Í morgin eru tvær tær seinastu kvartfinalurnar, har sensatiónsliðið Wigan, kann halda á við framúr gongdini í kappingini, og har Chelsea kann taka eitt fet fyri at bjargað sínum kappingarárið:

13.30: Wigan - Southampton
16.30: Leicester - Chelsea