United og Chelsea stríðast um FA Cup-heitið seinnapartin
(Mynd: EPA)

United og Chelsea bresta saman á Wembley

Agnar Frederiksen

19.05.2018 - 14:22

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað er kongaligt brýdleyp í Bretlandi í dag, men seint seinnpartin er fokus á finaluna í elstu steypakappingini í heiminum, sum verður leikt á Wembley.

Tað eru tvey lið, ið á ein hátt kunnu bjarga kappingarárinum, ið hittast. Bæði liðini vórðu sligin út í áttandapartsfinaluni í Champions League. Í Premier League endaði United á 2.plássi, og talan var um besta úrsliti síðani Sir Alex Ferguson gavst. Men liðini megnaði als ikki at bjóða suverenu nábúgvunum úr  Manchester City av. Hjá Chelsea varð verjan av meistarahetinum heilt miseydnað. Chelsea endaði uttanfyri topp-fýra, og skal harvið spæla Europa League og ikki Champions League komandi kappingarár.

Í Premier League hava liðini vunnu hvør sín dyst á heimavølli, og lagt er upp til eina tætta og spennandi finalu.

Dysturin byrjar klokkan 17.15.