West Bromwich vann 1-0 á Old Trafford, og harvið er Manchester City enskur meistari. (Mynd: EPA)

United snávaði á heimavølli - City er meistari

Agnar Frederiksen

15.04.2018 - 18:04

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Manchester City gjørdist fyri løtu síðani enskur meistari. Í gjárkvøldið vann City 3-1 á Wembley ímóti Tottenham, og United hevur júst tapt á heimavølli ímóti botnproppinum West Bromwich. United var einasta liðið, ið framvegis, teoretiskt sæð, kundi fáa fatur á City, men nú 16 stig á muni og fimm umfør eru eftir. Harvið er liðið hjá Pep Guardiola meistari.

United megnaði ikki at skora ímóti liðinum, ið ikki hevur vunnið ein dyst í næstan tríggjar mánaðir, og tá Jay Rodriguez stútaði bóltin í málið eftir horna í 73.minuttir var skommin næstan fullkomin hjá heimaliðnum. United megnaði ikki at svara aftur, og við seinasta bríksl var Old Trafford meira tómt ella fult.

Hóast sigurin so hevur West Bromwich framvegis níggju stig upp og ein dyst fleiri enn liðini rundanum. Men teir ljósabláu í Manchester kunnu fegnast. City vann Premier League í 2012 og 2014, og nú er meistaraheiti aftur í Manchester. 

Tað er ein ironi í, at United útsetti meistaraheitsveistluna hjá City fyri átta døgum síðani, fyri síðani at tapa á skammiligasta hátt og "geva" City enska meistaraheiti í dag.

Manchester City hevur 87 stig, er á veg at seta met í stigum, og vinnur Premier League í stórum stíli

Fyrr í dag vann Newcaslte 2-1 á heimavølli ímóti Arsenal. Newcastle spælir aftur í Premier League komandi ár, og í Arsenal er fokus á Evropa League.