(Mynd: EPA)

United úti av FA Cup - Chelsea víðari til hálvfinalurnar

Niels Petersen

13.03.2017 - 22:07

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Chelsea var frá dystarbyrjan betra liðið móti Manchester United í kvøld, tá liðini kempaðu um síðsta hálvfinaluplássið í FA Cup. Hazard og Cahill kundu báðir havt skorað fyrstu løtuna, men De Gea í United málinum var árvakin og helt United inni í dystinum. Men við 10 móti 11 síðstu minuttirnar av fyrra- og allan seinna hálvleik fór tað altíð at gerast sera trupult hjá United.

Herrera fekk heldur órutinerað tvey gul kort í fyrra hálvleiki, og harvið eisini reytt. Hetta gjørdi tað sera trupult hjá United, sum møtti einum krútsterkum Chelsea liði.

Tað gingu heldur ikki meira enn seks minuttir av øðrum hálvleiki, tá Chelsea loksins fekk mál, og heldur óvæntað var tað ikki Costa ella Hazard, ella nakar av teimum sum vanliga gera mál, men heldur var tað arbeiðshesturin á miðjuni, Kante sum við einum góðum skoti legði Chelsea á odda.

Chelsea royndi áhaldandi at økja um munin, og vóru tætt við nakrar ferðir, men fleiri mál komu tó ikki, og sostatt vann Chelsea 1-0 og er í hálvfinaluni í FA Cup.

Hini liðini, sum eisini hava spælt seg í hálvfinaluna eru Arsenal, Tottenham og Manchester City.