Wayne Rooney var fyri fyrstu ferð aftur á Old Trafford, eftir at hann skifti til Everton. Mynd: AMA/Getty Images

United vann enn einaferð 4-0 - púra javnt í oddinum

Agnar Frederiksen

17.09.2017 - 18:22

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Liðini úr Manchester hava fingið bestu byrjanina uppá Premier League. Eftir fimm umfør hava bæði liðini 13 stig og eina málúrtøku uppá 16-2. Hetta er greitt eftir 6-0 sigurin hjá City ímóti Watford í gjár, og 4-0 sigurin hjá United á Everton í dag.

Liðformaðurin hjá United legði heimaliðið á odda beinavegin á Old Trafford. Talan var um eina perlu frá Antonio Valencia. Tað var leingi 1-0, og Everton hevði møguleikar fyri at javna. Men ímóti endunum setti United tingini uppá pláss. Í 84.minutti skoraði Henrikh Mkhitaryan til 2-0 og stutt eftir hetta økti Romelu Lukaku, áðrenn innskifti Anthony Martial setti punktum við brotssparki, sum hann sjálvur vann.

4-0 var ikki í tráð við leikgongdina, men við sigrinum settu United eina feita striku undir, at teir ætla sær at kappast heilt uppi í  toppinum í ár, og at Everton hevur stórar trupuleikar. Everton er nú undir niðurflytingarstrikuni, og hevur ikki skorað seinastu fýra dystirnar.