Wayne Rooney (Mynd: EPA)

United vann fyrstu hálvfinaluna, men málmetið hjá Rooney má bíða

Niels Petersen

10.01.2017 - 22:36

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Wayne Rooney eltir gamla málmetið hjá Sir Bobby Charlton, og tað fer nokk eisini at eydnast honum. Spurningurin er nokk bara um nær tað verður. Hóast Rooney ikki fekk mál sjálvur, so gjørdu viðleikararnir, Mata og Fellaini hvør sítt, so at United vann fyrru hálvfinaluna móti Hull 2-0.

United vann sær í kvøld eitt sera gott útgangsstøði til seinni hálvfinaluna, sum verður spæld á útivølli í Hull. United var tað betra liðið, men hóast tað, so gekk striltið at bróta seg gjøgnum tøttu verjuna hjá Hull.

Tað skuldi ganga 56 minuttir áðrenn hol kom á málskjótingina, og eins og móti Manchester City í farna umfari av EFL Cup, var tað aftur Juan Mata sum skoraði.

Hull royndi at svara aftur, men fekk ongantíð veruliga lagt trýst á United, og tá so Marouane Fellaini varð innskiftur kundi man rokna við, at hann kundi órógva nógv broyttu verjuna hjá Hull, og so varð. Tá tríggir minuttir írestaðu av vanligari tíð, bardi hann seg leysan við aftaru stong og skallaði bóltin upp um málverjan og í netið til støðuna 2-0.

Hull var undan dystinum í einari rættuliga undarligari støðu. Teir hava heili 9 leikarar uttanfyri vegna skaða, og ein afturat fór út í dystinum í kvøld. Nógvu skaðarnir viðførdu, at venjarin eitt nú mátti seta miðvallaran, fyrrverandi Tottenham leikaran, Tom Huddlestone at spæla miðverji.

Við so nógvum leikarum uttanfyri við skaða er tað nærum ógjørligt at klára seg móti United á útivølli, men innsatsurin var hóast alt á einari góðari leið hjá hart rakta Hull liðnum.

Í annaðkvøld verður hin hálvfinalan, millum Southampton og Liverpool spæld. Hetta er somuleiðis fyrsti dystur av tveimum.