Zlatan Ibrahimovic, málrevurin í United (Mynd: EPA)

United vann takkað verið hattricki frá Zlatan

Niels Petersen

16.02.2017 - 22:18

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Í Zlatan Ibrahimovic hevur Manchester United ein málfarligan leikara. Hann telist millum toppskjúttarnir í Premier League og í Europa League nærkast hann eisini máltindinum. Við trimum málum í kvøld avgjørdi hann nærum sjálvur dystin móti Saint-Etienne, og tað mugu vera sera fá, sum seta pengar á, at franska liðið klárar at spæla seg víðari í returdystinum.

Zlatan skoraði fyrsta málið longu í 15. minutti, og so máttu vit bíða eina góða løtu, áðrenn tað næsta kom. Stutt áðrenn Zlatan og United fingu sítt næsta mál hevði Saint-Etienne ein risa møguleika til at javna, men franski leikarin var ikki nóg kaldur í avgerandi eygablikkinum, og sostatt fekk United í staðin møguleikan til at økja um leiðsluna, og tað gjørdu teir.

Í 75. minutti setti Zlatan síðstu tánna á eitt innlegg frá Marcus Rashford, og tá tveir minuttir írestaðu av vanligari leiktíð skoraði Zlatan sítt triðja við brotsparki, eftir at hann sjálvur varð feldur.

Sostatt vann United ein tryggan sigur, og tað má metast at verða nóg mikið til at hava tryggjað sær luttøku í áttandapartsfinalunum.

Úrslitini frá Europa League í kvøld:

F.C. Krasnodar - Fenerbahce 1-0
AZ Alkmaar - Lyon 1-4
Astra - Genk 2-2
Münchengladbach - Fiorentina 0-1
Celta Vigo - Shakhtar 0-1
F.C. Rostov - Sparta Prague 4-0
Gent - Tottenham 1-0
Ludogrets - FC Keypmannahavn 1-2
Olympiacos - Osmanlispor 0-0
Anderlecht - Zenit 2-0
Athletic Bilbao - APOEL Nicosia 3-2
Hapoel Beer Sheva - Besiktas 1-3
Legia Warzawa - Ajax 0-0
Manchester United - Saint-Etienne 3-0
PAOK - Schalke 0-3
Villarreal - Roma 0-4