Marilou Danley. 100.000 dollarar vórðu fluttar til hennara á Filipsoyggjum dagin innan hópdrápið (Mynd: EPA)

Unnusta drápsmansins handtikin í Los Angeles

Ingi Samuelsen

04.10.2017 - 09:13

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Unnustan hjá Stephen Paddock, sum er undir illgruna at vera hópdrápsmaðurin í Los Angeles, var í morgun handtikin í floghavnini í Los Angeles. Tað váttar amerikanska løgreglan, sambært AP-tíðindastovuni.

Marilou Danley, sum 62 ára gamla kvinnan eitur, var júst komin til altjóða floghavnina í Los Angeles, har løgreglufólk frá FBI tóku ímóti henni.

Danley búði í USA saman við 64 ára gamla Stephen Paddock. Enn er ikki komið fram, hvat tað var, sum fekk hann at fara undir at skjóta oman yvir mannamúgvuna í Los Angeles.

Millum annað tað ynskir løgreglan at fáa at vita frá kvinnuni, ið nú er handtikin. Hon er ikki undir illgruna ella skuldsett fyri at hava samband við hópdrápið.

Í gjár segði Joseph Lombardo, sheriffur í Clark County, sum Las Vegas er partur av, at løgreglan var í sambandi við Danley, og at hon var ein persónur, sum løgreglan var áhugað í.

Marilou Danley kom úr Manilla á Filipsoyggjum. Ein amerikanskur embætismaður upplýsti í gjár, at Stephen Paddock flutti 100.000 dollarar – góðar 600.000 krónur – til Filipsoyggjarnar dagin fyri álopið. Pengarnir vórðu fluttir til eina kontu hjá Marilou Danley, sigur ein talsmaður fyri National Bureau of Investigation, NBI, við AFP.

Marilou Danley er avstralskur ríkisborgari. Hon flutti til USA fyri 20 árum síðani fyri at starvast á kasino í Las Vegas.