Franska tjóðartingið. Mynd: EPA

Untantaksstøðan í Fraklandi longd

Steinar Patursson

20.07.2016 - 10:34

Tíðindi > Uttanlands - ES

Franska tjóðartingið hevur nú samtykt at leingja undantaksstøðuna í landinum í seks mánaðir.

Avgerðin kemur eftir herviliga yvirgangsatsóknini í Nice, ið kostaði 84 fólkum lívið - teirra millum 10 børn.

Beint undan atsóknini var annars meiningin, at undantaksstøðan, ið hevur verið virkin síðan yvirgangsatsóknirnar í Paris í november í fjør, skuldi takast av, men nú er hon longd í seks mánaðir aftrat.

Manuel Valls, franski forsætisráðharrin, segði í tjóðartinginum, at franskmenn mugu vænta við fleiri deyðiligum atsóknum, hóast stjórnin av øllum alvi roynir at steðga teimum.

- Tað fara at vera onnur álop, og fleiri ósek fólk fara at lata lív. Vit mugu ikki venja okkum við tey, vit mugu ongantíð venja okkum við ræðuleikan, men vit mugu liva við hesari hóttan, segði Manuel Valls.

Hetta er fjórðu ferð, at undantaksstøðan verður longd. Untantaksstøðan gevur løgregluni víðkaðar heimildir at gera húsarannsóknir uttan at dómari hevur givið loyvi til tess, umframt at løgreglan kann seta fólk í húsavarðhald.