(Mynd: Sverri Egholm)

Uppaftur ógreiðari

Sverri Egholm

31.03.2018 - 20:42

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Var støðan ógreið áðrenn páskir, verður hon uppaftur ógreiðari eftir páskir. Frá at hava havt eina minnilutasamgongu hava vit nú eina uppaftur minni andstøðu og so eitt vaksandi Ongamannaland, sum bæði andstøða og samgonga fara at kappast um at fáa atkvøður frá.

Tað skrivar Jóhann Lützen, blaðstjóri á Norðlýsinum, í einari greining eftir at Magni Laksáfoss í dag boðaði frá, at hann tekur seg úr Sambandsflokkinum.

Millum annað grundgevur blaðstjórin um støðuna hjá løgmanni við Kristini Michelsen og Bjarna Hammer.

- Skal hann tekkjast Kristini Michelsen, má hann stoyta Bjarna Hammer frá sær, og tað fer ikki at henda. Løgmaður vinnur onki við hesum.

Við hesum kemur Sambandsflokkurin niður á fimm tingessir, og nú eru tríggir uttanflokkatinglimir. Sonja Jógvansdóttir, Magni Laksáfoss, og so má Kristin Michelsen helst eisini telja við, tí hann hevur boðað frá, at hann atkvøður frá máli til mál.

Les alla greiningina her