Uppboðssøla av norðhavssild og makreli flutt frá juni til august



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Tíðindaskriv

19.06.2018 - 15:10

Tíðindi >

Fiskimálaráðið skal boða frá, at avgreiðslan av afturlatnu uppboðssølunum av rættindum at veiða norðhavssild og makrel er útsett.

Fiskimálaráðið hevur 11. mai 2018 boðað frá, at afturlatnu uppboðssølurnar av rættindum at veiða 7.490 tons av norðhavssild og 10.901 tons av makreli skuldi verða ávikavist 20. juni og 27. juni 2018.

Undanfarnu uppboðssølur hava víst, at luttøkan hevur verið avmarkað. Í komandi vikunum verða umsóknirnar um menningarkvotur avgreiddar. Tað kann hava fyrimunir fyri vinnuna og luttøkuna í uppboðssølunum, at hesar eru avgreiddar, áðrenn sølan av langtíðarrættindum at veiða makrel og norðhavssild verða framdar.

Boðað verður tí frá, at sølan av rættindum at veiðamakrelverður avgreidd 14. august 2018. Seinasta freist at lata boð inn er 14. august kl. 12.00.

Sølan av rættindum at veiða norðhavssild verður avgreidd 16. august 2018. Seinasta freist at lata boð inn er 16. august kl. 12.00.

Um boð eru latin inn, kunnu tey standa við, tá ið uppboðssølurnar verða avgreiddar í august. Um boðgevar ynskja tað, kunnu hesi boð takast aftur, og nýggj boð kunnu latast inn í staðin.