Mynd: Reuters

Uppreistrarmenninir sláa aftur - Trý fólk latið lív í Aleppo í dag

Jens Hákun Leo

23.12.2016 - 18:58

Tíðindi > Uttanlands - Kríggj

Sýriskir uppreistrarmenn hava í dag framt 10 bumbuatsóknir í al-Hamdaniya, sum liggur í útsynningspartinum av Aleppo, og sum ígjøgnum alt borgararkríggið hevur verið undir ræðinum hjá stjórnarherininum hjá Bashar al-Assad. Harundir hava trý fólk latið lív í hesum bumbuatsóknunum.

Hetta veit Reuters-tíðindastovan at siga í dag.

Reuters sigur hesum viðvíkjandi, at teir síðstu uppreistrarmenninir fóru úr Aleppo seint í gjárkvøldið, og at teir nú uppihalda sær beint vestanfyri Aleppo.

Teir hava ígjøgnum borgarakríggið bumbað vestara partin av Aleppo við jøvnum millumbili. 

Vestari parturin av Aleppo hevur tó verið útsettur fyri nógv minni oyðileggingum enn eystari parturin av býnum, sum líka inntil hendan mánaðin var undir ræðinum hjá uppreistrarmonnunum.

35.000 fólk, harav tey flestu teirra sivil, liva nú sum flóttar vestanfyri og sunnanfyri Aleppo, sambært Reyða Krossi. Harundir liva ikki so fá av teimum í Idlib landslutinum, har ið nógvur kavi var í morgun.

Í morgun framdu annars stjórnarherurin og tey sameindu hjá honum, harímillum libanesiska Hezbollah, rannsóknir í økjunum í Aleppo, sum hava verið undir valdinum hjá uppreistrarmonnunum, hetta fyri at rudda burt minur og annað vandamikið, sum uppreistrarmenninir hava latið eftir sær.