Uppskot til lóg um cannabis sent Løgtingsskrivstovuni



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

18.12.2017 - 12:19

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Heilsuverk (fyristingarligt)

Eitt einmælt Fólkating viðtók í síðstu viku lóg um royndarskipan við medisinskum cannnabis, og nú er uppskot til ríkislógartilmæli um at seta lógina í gildi fyri Føroyar sent til Løgtingsskrivstovuna.

Lógin, sum bleiv samtykt á Fólkatingið, kallast “lov om forsøgsordning med medicinsk cannabis”, og er tað Jenis av Rana, tinglimur, sum hevur gjørt uppskot til at fáa lógina setta í gildi fyri Føroyar.

Í viðmerkingunum til lógina skrivar Jenis av Rana at,

- Danska fólkatingið samtykt einmælt h. 15. desember 2017, at ávísir sjúklingar, nevndir verða sclerosusjúklingar, krabbameinssjúklingar og sjúklingar við kroniskari pínu, í eini royndarskipan fáa møguleika at verða viðgjørdir við náttúrligum cannabisúrdráttum.

- Mong av hesum sjúku stríðast við symptomir, sum vanligur heilivágur illa megnar at hjálpa, umframt at tey hava svár hjáárin av traditionellum heilivágum í teim stóru nøgdum, sum lætt kunnu krevjast.

- Umframt pínunívdar sjúklingar fáa eisini krabbameinssjúk í kemo ella stráluviðgerð, ið mangan stríðast við etingartrupulleikar vegna vaml- og spýggju, møguleika at royna hesar úrdráttir.

- Sum nevnt er ikki talan um at gera cannabisúrdráttir fríar, men um eina skipan, umsitin av læknum, haðani medicinskt cannabis, á ein tryggan og lógligan hátt, kann verða útskrivað ávísum nágreinaðum sjúklingabólkum.

- Í løtuni stendur frítt hjá føroyskum læknum at biðja um loyvi frá Heilsustýrinum at útskriva cannabis heilivág, men mær vitandi er tal teirra, sum hava biðið um hetta loyvið, sera avmarkað. So var eisini í Danmark til fyri fáum árum síðani, tá fyrsta apotekið byrjaði framleiðslu av cannabis heilivági, og fyrstu læknarnir fingu loyvi at útskriva og nýta hendan heilivág til sjúklingar sínar. Síðani er talið av donskum serlæknum, kommunulæknum og sjúkrahúslæknum, ið hetta loyvi hava, fleirfaldað til fleiri enn 600. Aktuella uppskotið broytir mannagongdina, soleiðis allar læknar, eins og við vanligum heilivágum, fáa rættin at útskriva medicinskt cannabis, undir somu treytum, sum settar verða fyri at kunna útskriva flestu aðrar heilivágir.

- Frá at mugu royna at finna ein lækna, sum vil søkja um loyvi at útskriva heilivágin, verður lættari hjá tí sjúka at biðja sín egna lækna um hendan heilivág. Somuleiðis væntast hetta at loysa stóra trupulleikan, sum mong hava í dag, føringar og danir, at tey noyðast út á ólógliga marknaðin at keypa cannabis produktir- og har fyri ovurprís. Eyðmýkingin hjá mongum steðgar, tey sleppa undan at bróta lógina og saman við centralt stýrdari prísáseting verður lættari fíggjarliga at steðga ógvusligu pínuni, krampum, vamli v.m.

- Av heitinum av lógina framgongur, at talan er um eina royndarætlan. Eftir ætlan fólkatingsins skal hendan varða í fyribils fýra ár, tó verður ein eftirmeting gjørd eftir tveimum árum út frá teimum royndum og kanningum, sum fara at verða gjørdar frá degi eitt.

Lógin kemur allarhelst til viðgerðar í løgtinginum í januar 2018.