Uppskot um broyting í hjúnabandslógini verður latið inn í dag



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Steinar Patursson

16.09.2015 - 13:15

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Í gjár segði Sonja Jógvansdóttir í samrøðu við Kringvarpið, at hon fór sum skjótast at leggja fram uppskot um broytingar í hjúnabandslógini fyri tingið-

- Eg mangli bert at trýsta á enter, segði hon í samrøðu við útvarpið.

Men tað hevur hon so eftir øllum at døma ikki gjørt.

Á facebook vanganum hjá sær skrivar Sonja, at hon hevur ikki latið uppskotið inn, tí har vóru fleiri tinglimir, ið ynsktu at vera uppskotstillarar við henni.

- Tí verður uppskotið ikki latið inn fyrr enn seinni í dag, so at tey sum verða uppskotstillarar saman við mær fáa lisið tað ígjøgnum og gjørt sínar viðmerkingar.

Bjørt Samuelsen hevur í øllum førum gjørt greitt, at hon kundi hugsað sær at vera við sum uppskotstillari.