Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir fall: Framsókn atkvøddi ímóti



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

24.04.2018 - 18:08

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Uppskotið hjá Sonju Jógvansdóttir um at banna mismuni og tryggja javnviðgerð á arbeiðsmarknaðinum fall fyri løtu síðani í tinginum.

Tað var við 15 fyri og 16 ímóti, at uppskotið fall, og hetta var tí at tingfólkini hjá Framsókn atkvøddu ímóti.

Fleiri tinglimir mældu til, at eitt slíkt uppskot kom frá landsstýrismanninum á økinum.

Sonja Jógvansdóttir segði seg annars hava eina avtalu við løgmann og varaløgmann um at fáa málið samtykt. Óvist er hvat nú hendir í samgonguni.