Mynd: Etordiligt.com

Uppskrift: Smoothie við nógvum góðum




Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Hansa Hansen, etordiligt.com

21.11.2015 - 12:22

Tíðindi > Lívsstíls- & brúkaraevni > Matur & matgerð

Tá børnini koma aftur úr skúlanum eru tey svong og hava hug til okkurt skjótt og lekkurt. Mær dámar væl at gera teimum ein smoothie við ymiskum góðum sum eg haldi at tey hava brúk fyri.

Í hesari uppskriftini havi eg m.a. koyrt omega 3 og 6 oljur í. Eisini eru jarðber, hindber, banan, súrgaðmjólk og valnøtur í hesi leskiligu uppskriftini.

2 portiónir:

1.
2 bananir

2.
Ein neva av frystum berum (eg brúkti jørð – og hindber men bláber rigga eisini sera væl)

3.
20 valnøtur (mandlur riggað eisini væl)

4.
Saftina av eini appelsin

5.
2 dl. av súrgaðari mjólk (blak kann eisini brúkast og gevur ein tynnri drykk)

6.
2 tsk. av vaniljupulvur (ikki vaniljusukur)

7.
1 spsk. av fiskaolju (eg brúki eina av merkinum eye q, sí mynd, onnur olja kann brúkast so sum vistfr. olivenolja)



  • Blenda bananir, ber, valnøtur, appelsinsaft, súrgaða mjólk og vaniljupulvur, til tað er javnt.
  • Rør oljuna í og stoyt í gløs 


Oljan skal til fyri at kroppurin skal kunna upptaka vitaminirnar í fruktunum betur! Góð olja er góð fyri ógvuliga nógv annað eisini

Fleiri uppskiftir og ráð kunnu finnast á etordiligt.com