Fyri stórum ári síðani vann Rumenia á sterka polska liðnum í EM-undankappingini. Tað rakk tó ikki til luttøku í EM.



(Mynd: romenia-insider-com)

Upptakt: Føroyar skal upp ímóti stórari hondbóltstjóð



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

12.01.2018 - 12:07

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Føroysku leikararnir hava ikki havt nógva tíð at hvíla seg í Bolzano. Eitt døgn eftir fyrsta bríksl ímóti Ukraina, verður fyrsta bríksl í øðrum dystinum í hesari HM-undankappingini. Í dag er tað Rumenia, sum er uppgávan hjá Føroyum.

Talan verður als ikki um lættari mótstøðu í dag. Rumenia verður mett at vera á støðið við, ella vera eitt vet sterkari enn Ukraina. Teir flestu leikararnir í hópinum hjá Rumenia spæla í heimligu deildini. Eisini eru leikarar, sum spæla í Týsklandi og Fraklandi til dagliga.

Rumenia er søguliga ein sterk hondbóltstjóð. Serliga í 60-árunum og í 70-árunum var Rumenia ein av heimsins mætastu hondbóltstjóðum. Rumenia vann fýra útav fimm heimsmeistaraheitum ímillum 1961 og 1974, og landið vann eisini  heiðusrmerki til olympisku leikirnar fýra ferðir á rað. Tó vann Rumenia ongantíð OL-gull, og bronsan í HM í 1990 er seinasta heiðursmerki, sum tjóðin hevur fingið til eitt endaspæl. Rumenia er fánað í altjóða kappingum, og seinast Rumenia hevur verið til eitt endaspæl var til HM í Svøríki í 2011. Tá kom liðið ikki víðari úr bólkaspælinum.

Føroyska liðið vísti nøkur góð ting í gjár, og fylgdi við Ukraina eitt sindur inn í 2.hálvleik. Fysikurin hjá Ukraina og sterku skjúttarnir vóru viðvirkandi til, at liðið rann avstað frá Føroyum. Í samrøðu við Rás 2 eftir dystin, staðfesti landsliðsvenjarin Sonni Larsen, at føroyska liðið enn ikki er heilt samanspælt. Hann var tó nøgdur við innsatsin frá leikarunum.

Tað kemur dátt við hjá føroyingum, at liðið í gjár misti Helga Hildarson Hoydal, ið beklaði miðskeiðis í 2.hálvleiki. In.fo skrivaði í gjárkvøldið, at hann ikki verður tøkur aftur í hesari undankappingini.

Seinnapartin bíðar so ein nýggj stór uppgáva í norðara parti av Italia. Sambært veddingarfyritøkunum hevur Føroyar so at siga ongan møguleika at gera nakað við Rumenia, men føroysku leikararnir eru til reiðar at vísa, at teir kunnu vera við ímóti teimum størru. 

Dysturin í Bolzano byrjar kl.15.30. Kringvarpið vísur dystin í sjónvarpinum og á heimasíðuni. Rás 2 er á staðnum við beinleiðis frásøgn.