HB og Víkingur brustu saman í Gundadali 2.umfari; í dag er spenanndi uppgerð fyri framman í Sarpugerði
(Mynd: Sverri Egholm)

Upptakt: Lykladystir í oddastríðnum og í botnstríðnum



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

13.05.2018 - 12:36

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyrsti triðingurin er farin afturum, og nú verður hol sett á 2.triðingin í Betri-deildini:

AB – EB/Streymur
07 Vestur – TB/FCS/Royn
Víkingur – HB
KÍ – NSÍ
B36 – Skála(17.15)

Talan er um brak við Djúpumýru og í Sarpugerði, har innanhýsis topp-fimm uppgerðir eru á skránni. Sermerkt er, at B36-Skála og AB-EB/Streymur eru beinleiðis endurtøkur av fjórðingsfinalum frá hósdegnum.

Oddaliðið skal upp ímóti tvífalda føroyameistaranum í Sarpugerði. HB er í einum sera góðum stima, og hevur vunnið sjey dystir á rað, um bæði landskapping og steypakapping verða tald við, og bert eitt mál er farið ígjøgnum hesar dystirnar. Tí verður tað ein stórur biti hjá Víkingi, ið varð sent út av steypakappingini á heimavølli ímóti Suðringum hósdagin. Víkingarnir koppaðu annars KÍ í Klaksvík fyri viku síðani, og eru fimm stig aftanfyri oddaliðið undan dagsins dysti. Í fjør megnaði HB at vinna í Sarpugerði; tað er lagt upp til ein tættan dysti í dag.

Hjá Víkingi eru allir leikarar tøkir.Hjá HB situr Símun Samuelsen, ið hevur havt eitt sera gott kappingarár higartil, úti við leikbanni.Tá liðini hittust í 2.umfari vann HB 2-1 í Gundadali.

Fyri KÍ og NSÍ er dysturin við Djúpumýru í dag eitt slag av lagnudysti. KÍ hevur tapt ímóti Víkingi og B36 seinastu umførini, og varð áðrenn tað sligið út av steypakappingini við Stóra í Trongisvági. KÍ skal nú sostatt aftur á slóðina. NSÍ hevur tapt nakrar týdningarmiklar dystir í seinastuni, og runavíkingar eru seks stig frá oddinum, men eru tó væl við enn í oddastríðnum. NSÍ hevur heldur ikki tapt nakran útidyst í ár. Uppgerðirnar ímillum liðini hjá Mikkjali Thomassen og Sámal Erik Hentze plaga at verða sera taktiskar og tættar, og tað fer tað helst at verða aftur í dag, nú nógv er uppá spæl hjá báðum liðunum.

Bæði liðini mangla týðandi leikarar. Hjá NSÍ er áleyparin og liðformaðurin Klæmint A. Olsen úti við brotnum armi, hjá KÍ er sterki serbiski veruleikarin, Deni Pavlovic, úti við leikbanni. Í 2.umfari vann KÍ 1-0 í Runavík.

Í Sørvági er eisini lagnudystir. Tað er serliga heimaliðið, ið skal vinna. Bert eitt stig er komið til høldar hjá vágamonnum í ár, og nú er møguleiki at fáa samband við Suðringar, ið hava sjey stig. Í Suðuroynni er sera gott fótbóltslag, eftir at TB/FCS/Royn hevur sligið enn eitt topp-fimm lið út av steypakappingini og hevur fingið gongd á málskjótingina. Í mun til til liðið hjá Paula Poulsen, so eru tingini byrjað av álvara byrjað at fungera hjá Glenn Ståhl og hansara monnum. Vágamenn hava í dag helst ein fyrimun av, at teir eru meira úthvíldir enn Suðringar, ið spældu ein harðan dyst hósdagin.

Liðini spældu eisini í Sørvági í 2.umfari. Tá vann TB/FCS/Royn 2-1, har sigursmálið kom við brotssparkið í yvirtíðini.

Tað var spennandi, inntenst og dramatiskt, tá AB eftir brotssparkskapping sendi EB/Streym út av steypakappingini. Eitt hart slag hjá EB/Streymi, ið var á odda 2-0 í hálvleikinum. Og pílarnir peika niðureftir hjá EB/Streymi, ið ikki hevur vunnið í Betri-deildini síðani 3.umfar, og sum kann verða blandað í niðurflytingarstríðið, um AB vinnur í dag. Argjamenn skulu hava stig í dag; serliga nú tá innanhýsis kappingarneytarnir hittast í Sørvági.

Hjá AB er Mikkja T.Hentze við aftur eftir leikbann. Nøkur ivamál eru hjá EB/Streymi. M.a. Arnar Dam, ið fór út við skaða í steypadystinum. Í 2.umfari spældu liðini málleysan javnleik á Eiði.

Seinasti dysturin í dag er í Gundadali, har B36 tekur ímóti Skála. Í fjórðingsfinaluni fyri trimum døgum síðani var B36 greitt omaná og vann 2-0. Hetta var sjeyndi sigur á rað hjá liðinum hjá Jákup á Borg. Heimaliðið er eisini favorittur í dag. Skála hevur spælt sera javnar dystir seinastu umførini. Liðið er ikki heilt burtur frá botnstríðnum, og hevur eitt sindur av samband til ovaru hálvuna.

Í 2.umfari vann B36 2-0 á Skála


Støðan undan 10.umfari:

HB 22
B36 19
KÍ 19
Víkingur 17
NSÍ 16
Skála 11
EB/Streymur 10
TB/FCS/Royn 7
AB 5
07 Vestur 1


Til ber at fylgja við støðunum á forsíðuni. Vit hava eisini yvirlit og samandrátt eftir dystirnr. Leinkja til stroymingini úr Sarpugerði verður løgd út stutt undan dystarbyrjan.