Jóhan Troest Davidsen skal í dag upp ímóti sínu mgamla felagið. NSÍ og HB skulu í Runavík dystast um trý stig, fyri at fylgja við KÍ í oddastríðnum
(Mynd: Jens Kr.Vang)

Upptakt: Oddastríð og Evropa í Eysturoynni - botnbrak í Trongisvági



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Agnar Frederiksen

15.04.2018 - 12:45

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Aftur í dag er fult umfar í Betri-deildini. Tað eru ikki gingin trý døgn síðani seinasta bríksl var í 5. umfari, og nú skulu liðini aftur í eldin.

Fýra av liðunum ið liggja í topp-fimm undan umfarinum hittast innanhýsis. Úrslitini í teimum dystunum kunnu geva eina ábending, hvør skal fylgja ordiliga við KÍ, og sita væl á Evropa-plássunum. Og í B36 vita teir eisini, at í dag er møguleikin, at ”bróta inn” í ovaru hálvu. Samstundis sum tað er FM-stríð, og kapping um Evropa-fótbólt norðanfjørðs, so er botnbrak í Trongisvági.  


Allir dystirnir í dag byrja klokkan 15.00:

NSÍ - HB

Skála - KÍ

EB/Streymur – Víkingur

07 Vestur - B36

TB/FCS/Royn - AB


 Støðan undan 6. umfari:

1. KÍ (15 stig)
2. NSÍ (10 stig)
3. HB (10 stig)
4. Víkingur (9 stig)
5. EB/Streymur (8 stig)
6. B36 (7 stig)
7. Skála (6 stig)
8. TB/FCS/Royn (3 stig)
9. AB (2 stig)
10. 07 Vestur (1 stig)

 

Dysturin í Runavík í dag kann gerast ein lykladystur fyri bæði liðini. Fyri HB og NSÍ er tað sera umráðandi at fáa stig, nú tey hittast innanhýsis. Bæði liðini hava tíggju stig undan umfarinum, og vilja gjarna halda sambandið upp til KÍ. Í tætta stríðnum um plássini í Evropa er hetta eisini ein umráðandi dystur. Liðini hava leikt tættar dystir seinastu árini, og lagt er aftur upp til ein tættan dyst í dag. HB kemur frá tveimum góðum útisigrum á Eiði og á Skála, og vil byggja uppá tað í dag. NSÍ fekk bjargað sær eitt stig á Eiði seinast. Símun Rógvi Hansen og Einar Hansen eru framvegis ikki til reiðar, og HB er aftur í dag uttan Sebastian Pingel og Aleksandar Stankov.

KÍ vísti nakrar veikleikar fyrsta hálva tíman á Dungasandi hóskvøldið. Men oddaliðið vísti sanniliga eisini styrki við at venda hóttandi niðurlagið til søtan sigur. Skála vísti viðbrekni á summum økjum, tá HB hóskvøldið vann 3-0 á Skála. Men á Skála fáa útiliðini aloftast ein skarpan gang, og munurin millum KÍ og Skála í innanhýsis dystum seinastu árini hevur ikki verið heilt so stórur. Tað eru nakrir leikarar á Skála-liðnum, ið skulu upp ímóti sínum gamla felagið. Venjarin Eyðun Klakstein hevur tvær reisur staðið á odda fyri sínum barndómsfelagi í Klaksvík, og klaksvíkingarnir Niels Pauli Danielsen, Heðin Klakstein, umframt serbiski miðverjin Ahmed Mujdragic, gjørdust steypavinnarar við felagnum í 2016. Ahmed er við at verða heilt klárur aftur eftir sín knæskaða.   

Talan er um triðja heimadyst á rað hjá EB/Streymi. Eftir tepurt tap ímóti HB misti felagsliðið sigurin ímóti NSÍ, men nú skal tað verða, um EB/Streymur av álvara vil blanda seg í stríðið um topp-fýra. Víkingur hevur seinastu tveir dystirnar vent 0-1 til 2-1. Í 2. og 3. umfari taptu føroyameistararnir 2-1, so spurningurin er um tað endar 2-1 í Hólmanum í dag. Bæði liðini eru so at siga við fulla styrki, men Hans Jørgen Djurhuus situr úti dyst nummar trý við leikbanni eftir reyða kortið ímóti NSÍ. Fyri Víking er tað sera týdningarmikið at fáa fult í dag, men tað er eingin ivi um, at tað verður ein torfør uppgáva hjá Maurice Ross og hansara monnum.

 Meinhard Olsen x5 – hvørja ferð B36 hevur spælt í ár, so hevur kantspælarin skorað. Hóskvøldið var Meinhard beinleiðis dystaravgerandi, tá hann smekkaði bóltin upp í longra málhorn í yvirtíðini. 1-0 sigurin ímóti TB/FCS/Royn var kærkomin og neyðugur. Nú tevja B36 topp-fýra. Í dag er liðið nokk størsti favoritturin, tá 07 Vestur er á vitjan. Vágamenn skakaðu oddaliðið hóskvøldið, men úrtøkan var tað saman sum øll umførini undantikið tað fyrsta: Einki stig. 07 Vestur er á aftasta plássi, og nú TB/FCS/Royn og AB hittast í dag, so kann munurin upp økjast eitt sindur. Hjá B36 sat Róaldur Jakobsen á bonkinum allar 90 minuttirarn seinast; ein skaði í fótliðinum darvar miðvallaran. Tó var tað jaligt, at Alex Mellemgaard, Eli F. Nielsen og Andrias Eriksen allir spældu aftur, og at ungi og evnaríki Hannes Agnarsson spældi 90 minuttir. Áleyparin hevur verið nógv plágaður av skaða seinastu longu tíðina. Hjá 07 Vestur er tað nógv ein spurningur um, hvussu nógv Ken Fagerberg megnar at spæla.


Við Stóra er lykladystur í botnstríðnum. AB og TB/FCS/Royn mistu bæði stig til seinast hóskvøldið, og í dag er talan um ein dyst, har bæði liðini hava tørv á trimum stigum. TB/FCS/Royn hava víst góðar taktir seinastu dystirnar, men uttan at fáa stig. Tað er til stúran hjá suðuroyingum, at liðið bert hevur skorað í einum dysti higartil í ár, og at bæði málini eru komin uppá brotsspark. Tað endaði tó við týðandi sigri í Sørvági. Argjamenn hava fingið tveir javnleikir, men eftir tríggjar dystir uttan úrtøku, so skulu stig við norður um fjørð í dag.

Vit fylgja gongdini í dystunum á forsíðuni, og fylgja upp við yvirlitið og samandrátti og hava eisini myndir.

Rás2 sigur frá á Skála og í Runavík, og KVF stroymir NSÍ-HB. Leinkja til tann dystin verður løgd út á forsíðuni stutt undan dystarbyrjan.