Cristiano Ronaldo og liðfelagirnir eru til reiðar til uppgerðina ímóti Marokko







(Mynd: EPA)

Upptakt: Uruguay kann spæla seg víðari - Spania og Portugal eru stórfavorittar

Agnar Frederiksen

20.06.2018 - 10:57

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Fótbóltslagið í Russlandi er av tí allarbesta. HM koyrir væl hesa fyrstu vikuna, og vertstjóðin Russland vann í gjár 3-1 á Egyptalandi, og er so gott sum víðari til áttandapartsfinaluna. 

Hetta kann koma endaliga uppá pláss í dag, tá Uruguay og Saudi Arabia spæla. Vinnur suðuramerikanska landið, sum væntað verður, so eru bæði Russland og Uruguay víðari úr bólki A. Uruguay hevði ávísar trupulleikar við at koppa Egyptalandi fríggjadagin, men Jose Maria Gimenez avgjørdi dystin við stútara ímóti endanum. Nú kunnu Luis Suaraz og Edinson Cavani av álvara koma í gongd ímóti arabiska landinum, ið tapti heili 5-0 fyri Russlandi í opningsdystinum. Hóast Saudi Arabia hevur ein møguleika at spæla seg víðari, so er hann smalur.

Í bólki B er Iran á odda eftir 1-0 sigurin ímóti Marokko, ið kom til høldar djúpt inni í yvirtíðini. Hendan støðan verður helst broytt í kvøld. Spania er mótstøðuliðið hjá Carlos Quieroz og hansara monnum. Spania og Portugal spældi fríggjakvøldið besta dystin í HM higartil. 3-3 er eitt brúkbart úrslit fyri nýggja venjaran Fernando Hierro, sum knappliga fekk starvið, tveir dagar áðrenn HM byrjaði. Sterka spanska liðið hevur favorittleiklutin í kvøld, men fær seg helst roynt ímóti vælskipaða liðnum frá Iran.

Ronaldo. Liðformaðurin hjá Portugal er so at siga synonomur við sítt egna lið og land. Hann kom buldarandi inn í HM-endaspælið við einum hattrikki ímóti Spania, har 33-ára gamla stjørnan ímóti endanum tryggjaði Portugal eitt stig. Í dag skal evropameistarin vinna ímóti Marokko, ið væl kann hava útspælt sín leiklut til HM aftaná dagin í dag. Mehdi Benatia og co. geva tó ikki nógv burtur; einki mál inn í undankappingini og ímóti Iran var talan um eitt sjálvmál, sum fór inn.


Kl.13.00: Portugal - Marokko

Kl.16.00: 
Uruguay - Saudi Arabia

Kl.19.00: Iran - Spania

Allir dystirnir kunnu síggjast beinleiðis hjá KVF og á danska TV2.

Les eisini: http://portal.fo/yvirlit+eftir+fyrsta+umfar.html