Oddaliðið í landskappingini vitjar í dag við Stóra, og skal royna at yvirføra góðu gongdina til steypakappingina eisini. Myndin er frá fyrr í ár, tá KÍ vann 1-0 í Trongisvági
(Mynd: Norðlýsið)

Upptakt: Vegurin til Tórsvøll byrjar í dag

Agnar Frederiksen

25.04.2018 - 12:33

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Flaggdagur er, og kring landið brynja 14 lið seg út til at taka fyrsta fetið í stríðnum um Løgmanssteypið. Fyrsta umfar er á skránni í dag, og tað skal avgerast hvørji lið koma til kvartfinaluna. 

Eftir at MB trekti seg úr kappingini, vóru 15 lið meldaði til. Av hesum var tað Víkingur, ið varð seinast trekt, og harvið hava Víkingarnir frí í dag, og stóra steypaliðið seinastu mongu árini kemur inn í kappingina í næsta umfarið.  

Tað eru tríggir uppgerðir millum tvey lið í Betri-deildini. KÍ vann 1-0 í Trongisvági 2.páskadag, og oddaliðið í landskappingini má metast at vera favorittur aftur í dag ímóti suðuroyingunum. TB/FCS/Royn hava mist stig á stokkinum seinastu umførini, og hava havt ógvuliga trupult við at skora í ár. Eftir sjey dystir er úrtøkan tvey mál – bæði í sama dysti og bæði uppá brotsspark. KÍ vann steypakappingina í 2016, og klaksvíkingar ynskja helst ein túr til Tórsvøll í august.

Í Runavík byrar NSÍ í dag sína verju av steypinum. Argjamenn eru á vitjan, og AB hevur fingið eina betri byrjan uppá kappingarárið enn væntað varð. NSÍ eltir HB og KÍ í oddinum av Betri-deildini. Í fjør vann NSÍ 1-0 á B36 í finaluni, og tað er helst eingin ivi um, at liðið fer eftur at endurtaka steypasigurin, og er í dag greiður favorittur at koma víðari.

Fyrrverandi venjarin hjá Skála, Pauli Poulsen, vitjar í dag fyri fyrstu ferð á vestara armi av Skálafjørðinum við sínum 07 Vestur-liðið. Vágamenn eru í trongum skóm í Betri-deildini. Bert eitt stig á kontoini higartil, og nú leita teir eftir viðvindi  í steypakappingini. Skála hevur havt trupulleikar við at skora mál í fleiri dystum, men er favorittur á heimavølli í dag. Í fjør fóru bæði liðini út úr fyrsta umfarið.

Teir fremstu biðlarnir til at flyta upp úr 1.deild, B68 og ÍF, taka ímóti stóru Havnarfeløgunum í dag. HB er á vitjan á Svangaskarði, og B36 skal ein túr til Fuglafjarðar. HB hevur fýra sigrar á rað, og B36 hevur tríggar sigrar á rað undan dystinum. Hetta kann tó blíva ein heldur torgreidd uppgáva fyri bæði HB og B36: Á útivølli ímóti oddaliðum í 1.deild, ið bara kunnu yvirraska. Men eingin ivi er um, at favorittleikluturin liggur hjá havnarfeløgunum, ið hungra eftir Løgmanssteypinum. Tað eru 12 ár síðani, at B36 vann steypakappingina, og í fjør tapti b36 finaluni. HB vann seinast í 2004.

Á Sandi er 1.deildaruppgerð, tá Giza Hoyvík vitjar. Í fyrsta umfarið í 1.deild vann B71 1-0 i Hoyvík. Sandoyingar liggja omanfyri á stigatalvuni, hava heimavøll í dag, og eru sostatt favorittar. Í Gundadali kann Undrið skapa størstu sensatiónina, tá EB/Streymur er á vitjan. Undrið er uppflytari í 2.deild, men hevur lagt sera væl frá byrjan har, og hevur fult stigatal. Eftir fýra dystir á rað ímóti topp-fimm liðum í Betri-deildini, er hetta ein heilt øðrvísi uppgáva hjá Heðini Askham og hansara monnum.

Løgmanssteypið

Sandur

B71

Giza Hoyvík

15:00

Løgmanssteypið

Toftir

B68

HB

15:00

Løgmanssteypið

Trongisvágur

TB/FCS/Royn

15:00

Løgmanssteypið

Tórshavn

Undrið

EB/Streymur

16:00

Løgmanssteypið

Fuglafjørður

ÍF

B36

16:00

Løgmanssteypið

Runavík

NSÍ

AB

17:00

Løgmanssteypið

Skála

Skála

07 Vestur

18-00


(Kelda: Faroe Soccer)


Vit uppdatera á forsíðuni, tá mál koma í dystunum, og geva eitt yvirlit yvir úrslit og málskjúttar ígjøgnum dagin.