H71 og Neistin spæla í kvøld áttanda innanhýsis dystin í hesum kappingarárinum. Verður einn vinnari funnin, so kann hann kalla seg føroyameistara. (Mynd: Sverir Egholm)

Upptakt: Winner takes it all

Agnar Frederiksen

21.04.2018 - 14:55

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Fyritreytirnar eru einfaldar í Hoyvíkshøllini í kvøld: Vinnarin av finalu nummar tvey ímíllum H71 og Nestan gerst føroyameistar. Um ein vinnari ikki verður funnin, eins og mikukvøldið og í tveimum inanhýsis uppgerðum fyrr í hesum kappingarárinum, so skal ein triðja finala spælast í morgin.

Høg leikferð, inntensitetur, gott hondbóltsspæl, og spenningur til allarseinasta sekund. Tað var tað sum áskoðarnir í Høllini á Hálsi fingu fyri pengarnar mikukvøldið. Tað var javnleikur í hálvleikinum, og javnleikur eftir seinasta bríksl. Hóast H71 hevði munin í 2.hálvleiki, so hekk Neistin í, og harvið kunnu bæði liðini avgera tað í kvøld.

Mikukvøldið vóru tað donsku stórskjúttarnir, Peter Krogh og Rasmus Søby, ið gingu á odda fyri bæði liðini. Men har vóru fleiri leikarar, ið spældu á høgum støði, og tað var áhugavert, at bæði liðini høvdu málverjar, ið komu inn frá bonkinum og gjørdu mun: Mikkjal Hansen hjá Neistanum og Jens á Skipagøtu hjá H71.

Í Neistinaum hungra tey eftir einum FM-heitið til mansliðið. H71 kann í kvøld endurvinna FM-heiti. Tað er lagt upp til eitt brak, tá hesi jøvnu liðini hittast í kørmun ið allarhelst vera frálíkir. H71 hevur fyrimuni við heimavøllinum, men tað er púra opið.

Dysturin byrjar klokkan 19.00. Rás 2 og Kringvarpið hava beinleiðis frásøgn, og Kringvarpið stroymir eisini dystin. Vit hava myndir frá dystinum, og fylgja upp eftir seinasta bríksl.