Upptøka av grátandi flóttafólkabørnum skapar vreiði



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

19.06.2018 - 15:48

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Donald Trump er undir stórum trýsti av lógini um tilflyting til USA. Ein ljóðupptøka er nú komin fram av einum av varðhaldsstøðunum, har børn, sum ólógliga koma til landið við familjum sínum, verða koyrd.

Børnini verða tikin frá foreldrum sínum, sum verða koyrd í varðhald, fyri ólógliga at koma til landið.

Á ljóðupptøkuni hoyrast summi børn gráta hart, meðan onnur gráta stillisliga meðan tey rópa aftur og aftur eftir mammu og pápa sínum.

Á upptøkuni hoyrist ein av løgreglufólkunum siga, at tey hava eitt heilt kór, og nú mangla tey bara ein kórleiðara, skrivar DR.

Mett verður at børnini á upptøkuni eru millum 4 og 10 ára gomul, og at tey nýligani eru tikin frá foreldur sínum. Síðani einaferð mitt í mai eru áleið 2000 børn tikin frá foreldur sínum, tá familjurnar hava roynt at sníkt seg yvir um markið til USA.