Video: Gitte Henning kom í dýrdarveðri til Skagen



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

13.05.2018 - 20:57

> Tíðindi > Danmark

Danska flaggskipið innan fiskivinnu Gitte Henning, kom í gjár til Skagen.

Skipið legði fyrst leiðina framvið Hirtshals, áðrenn farið var víðari til Skagen, har stór móttøka var fyri skipinum.

Høvið var hjá almenninginum at vitja umborð á nýggju Gitte Henning seinnapartin, og nógv fólk tóku av, at síggja nýggja og framkomna skipið, sum Henning Kjeldsen hevur latið byggja á Kleven skipasmiðjuni í Ulsteinsvik í Norra.

Veðrið kundi neyvan verið betri, tað var stilt og hitin var omanfyri 20 stig.

Danski uppsjóvarflotin er endurnýggjaður nógv seinastu tíðina. Sum dømi kann nevnast at Ruth og Beinur, sum ávikavist Gullak Madsen og familjan Tindskar og Gunnar Nolsøe eiga, komu sum nýbygningar í flotan í fjør.

Gamla Ruth varð keypt til Føroyar, og fekk navnið Norðingur, og Beinur varð seldur til Svøríkis og fekk navnið Ginneton.