Mynd: news.nationalpost.com

Upptøkur frá flogvanlukkuni í fronsku Alpunum funnar

Marin Eidesgaard

31.03.2015 - 21:50

Tíðindi >

Ein telefon við upptøkum av teimum seinastu sekundunum, áðrenn Germanwings flogfarið rendi í suðurfronsku Alpurnar, er funnin millum leivdirnar. Tað skrivar miðlarnir Paris Match og Bild, sum báðir hava sæð upptøkurnar. 

Myndirnar úr ferðamannarúminum eru kaotiskar og torførar at týða, men fleiri skríggj hoyrast. Eisini hoyrir man ferðafólkini rópa "Á Guð mín" á fleiri ymiskum málum.