Mynd: Die Welt

Løgreglan í Berlin: - Vit hava fingið fatur á tí skeiva manninum

Jens Hákun Leo

20.12.2016 - 13:05

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Die Welt sigur nú, sambært keldum í løgregluni í Berlin, at løgreglan ikki hevur fingið fatur á tí rætta manninum, t.e. á tí, sum koyrdi lastbilin og drap 12 fólk á einum jólamarknaði á Breitscheidplatz í Berlin í gjárkvøldið, og at tann 23-ára gamli pakistanin, sum kom til Týsklands tann 31. desember í fjør, sostatt, eftir øllum at døma, ikki var tann, sum framdi sjálva illgerðina.

Løgreglan sigur víðari, sambært Die Welt, at drápsmaðurin enn er vápnaður og á fríum føti, og at hann (ella hon, red) kann forvolda nýggjan skaða.

Sambært DR eru 18 av teimum 48, sum vórðu særd í gjár, álvarsliga særd.

Ein póllendskur ríkisborgari varð funnin deyður í lastbilinum í gjár, tá ið løgreglan kom fram á lastbilin, og skilst tað á lagnum, at hann upprunaliga koyrdi bilin, men at hann varð tikin av ræði og doyði áðrenn, ella í sambandi við tilburðin, sum fór fram um kl. 20.15 í gjárkvøldið, lokala tíð.