Borgarin (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Úr at gera í Fuglafirði


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Kiran Jóanesarson

18.05.2017 - 22:39

> Tíðindi > Føroyar

Havsbrún í Fuglafirði hevur sanniliga úr at gera í hesum døgum.

Virkið, sum tekur í móti veiðuni hjá flestu svartkjaftaskipunum í løtuni, hevur havt úr at gera higartil í vikuni.

Skipini Fagraberg og Høgaberg, sum komu inn fyrr í vikuni, hava landað ávikavist umleið 1200 tons og 1700 tons av svartkjafti. 

Jupiter úr Gøtu kom á Fuglafjørð við umleið 2000 tonsum av svartkjafti, og polska skipið, Janus, sum íslendarar eiga, kom á Fuglafjørð í vikuni við umleið 1200 tonsum.

Í gjár kom Tróndur í Gøtu á Fuglafjørð við umleið 1400 tonsum av svartkjafti, og tá teir hava landað eigur Borgarin tørn at landa sína svartkjafta last.

Skipini hava øll fiskað svartkjaft í føroyskum sjógvi, og talan hevur verið um góðan fiskiskap.