Mynd: Kiran Jóanesarson

Úr Russlandi til Føroya til árligt viðlíkahaldsarbeiði



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

16.04.2018 - 10:51

> Tíðindi > Føroyar

Russiski trolarin Krym kom til Føroyar beint áðrenn páskir, har teir skuldu á beding hjá Mest í Havn.

Upplýst verður, at talan er um viðlíkahaldsarbeiði, og at tað er sera gleðiligt at síggja at ein trúðfastur kundi kemur allan vegin úr Russlandi til Føroyar, at gera hetta arbeiðið.

Trolarin, talan er um, er ikki ókendur í Føroyum, av tí at trolarin hevur verið skrásettur í Føroyaum í fleiri ár.

Talan er um trolarin Bliki, sum varð skrásettur í Føroyum fyrstuferð tann 9. februar í 2006.

Seinni varð trolarin seldur og fekk nanvið Hvannafelli, men eftir eina tíð varð trolarin seldur til Runavíkar, har skipið fekk nanvið Munkur.

Tað var felagið Faroe Origin í Runavík, sum keypti trolarin sum tá partrolaði saman við Vágfelli, fyrrverandi Nesborg.

Skipini blivu seinni seld. Munkur fór til Russlands, og Skúgvur, sum Munkur partrolaði saman við, fekk navnið Lopranshólmur og heimstað í Vági.

Seinni var Lopranshólmur seldur til Spania.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at fyrrverandi føroyski trolarin, sum í dag kallast Krym er í Føroyum til árligt viðlíkahald, og vónandi síggja vit Krym aftur á bedingini hjá Mest í Havn í komandi ár.



beint nú