Úrslit: Fyrsta umfarið í heystkappingini í Ódnartøkum í Havn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Marin Eidesgaard

07.09.2014 - 03:18

Ítróttur > Ítróttur > Kappróður

Fyrsta umfar í heystkappingini í Ódnartøkum, var í Havn í dag. Tað tók 1 tíma og 40 minuttir at avgreiða allar 21 róðrarnar: Nógvir róðrar vóru sera javnir og spennandi. Harafturat vísti tað seg, at økið frá Skipasmiðjukeiini, fram við Bacalao móti Ískeiini egnar seg ógvuliga væl til kappróður av hesum slag, har róð verður 140 metrar, ella tað sum svarar til umleið 25-30 tøk. Hvør manning róði tríggjar ferðir í dag.

Fyrstar at rógva vóru barnamanningarnar við gentum. Her gjørdist Hvassi norðuri úr Sundalagnum greiður vinnari og vann allar róðrarnar.

Næstir at rógva vóru 5. mannafør við gentum. Her stóð kappingin millum Silju úr Fuglafirði og Drekan hjá Havnar Róðrarfelag, sum eisini kappaðust um FM í summar. Her dróg Silja aftur longra stráðið og vann, eftir harða kapping við Drekan. Silja vann tveir teir fyrstu róðrarnar, meðan Drekin kom sterkt aftur í triðja róðri og vann hann, við Silju í hølinum. Beint aftanfyri komu Blikur og Jallurin.

Hjá 6 mannaførunum við monnum, var tað Herningur hjá Knørrafelagnum sum vann. Kappingin her var tøtt, Herningur vann tveir av róðrunum, meðan Rádni vann ein róður, men gjørdist nummar trý í tí eina róðrinum. Á triðjaplássinum kom Lómur av Argjum, sum bleiv nummar tvey ein róður, trý ein og nummar fýra ein róður. Jarnbardur gjørdist nummar fýra samanlagt, men gjørdist nummar trý í seinasta róðrinum.

Róðurin hjá 8 mannaførunum var nokk hin tættast. Tann eini róðurin millum Argjabátin og Miðving endaði javnur, meðan stutt var millum teir hinar róðrarnar, sum teir vunnu hvør sín. Tískil eru teir ájavnir við sama stigatali.

Hjá 5. mannaførum við dreingjum vann Blikur av Argjum allar tríggjar róðrarnar, men munurin styttist hvønn róður aftur til Jallin sum var beint í hølinum á Bliki.

Fuglfiringar høvdu ein góðan dag í Havn og vunnu eisini 6 mannafars róðurin hjá kvinnum. Tó var eisini spenningur í her, tí Sundabáturin legði bragdliga fyri og vann fyrsta róðurin. Men tveir teir næstu róðrarnar vann Rádni og Sundabáturin gjørdist nummar tvey. Triðjur gjørdist Sølmundur beint aftanfyri hinar báðar.

Stórur spenningur var í 10 mannafarsróðrinum. Sera javnt var millum Ormin Langa, Drekan Reyða og Havnarbátin allar róðrarnar. Tó var Havnarbáturin ávirkaður av tekniskum trupuleikum í triðja róðrinum. Favoritturin frá FM í summar Drekin Reyði, gjørdist ov stuttur og Ormurin Langi vann allar róðrarnar. Manningin á Orminum Langa eru teir, sum vunnu Ólavsøkuróðurin við 8 mannafarinum Knørri og sum nú hava mannað 10 mannafarið hjá Knørrafelagnum. Tó vóru sigrarnir so teprir sum teir kunna verða, har tað tveir róðrar, bert var minsta mátieindin á máltólinum á muni. Tískil gjørdist Ormurin Langi vinnari av fyrsta umfari, Drekin reyði nummar tvey og Havnarbáturin nummar trý.

Næsta umfar í Heystkappingini í Ódnartøkum verður leygardagin 20 oktober kl. 13.00 og seinasta umfar leygardagin 4 oktober. Allir róðrarnir verða í Havn.

Úrslitini í dag vóru hesi:

Barnaróður gentur:
Hvassi 21 stig
Pílurin 18 stig.

 

5-mannafør gentur:
Silja 20
Drekin 19
Blikur 15
Jallurin 12

 

6-mannafør menn
Herningur 20
Rádni 18
Lómur 15
Jarnbardur 13

 

5-mannafør dreingir
Blikur 21
Jallurin 18

 

6-mannafør kvinnur
Rádni 20
Sundabáturin 19
Sølmundur 15

 

8-mannafør menn
Argjabáturin 20
Miðvingur 20

 

10-mannafør menn
Ormurin Langi 21 
Drekin Reyði 18
Havnarbáturin 15