Luis Suarez gjørdist matchvinnari í Rostov. Hetta var dystur nummar 100 hjá áleyparanum fyri "Le Celeste"



(Mynd: EPA)



Uruguay vann enn einaferð tepran sigur

Agnar Frederiksen

20.06.2018 - 17:02

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Ikki so flótandi og eygagott, men effektivt og rættliga trygt. Soleiðis kann man lýsa Uruguay í dag. Eitt sindur eins og Portugal, ið eisini hevur vunnið 1-0 í dag. Uruguay gav tó ikki eins nógv burtur ímóti Saudi Arabia, sum Portugal gjørdi ímóti Marokko. Eitt mál uppá ein deyðbólt í 1.hálvleiki, har ein heimsstjørna setti bótin í málið var nóg mikið - eins og hjá Portugal.

Tvær ferðir 1-0 og nú er Uruguay víðari úr bólki A. Verjuparturin, við Atletico Madrid-miðverjunum, Diego Godin og José Maria Gimenez, og málverjanum Fernando Muslera sum stýrimonnum, er støðugur og tryggur. Hetta kann bera langt hjá Uruguay, ið hevur tveir klassáleyparar í Suarez og Cavani.

Miðskeiðis í 1.hálvleiki kom Uruguay á odda. Carlos Sanchez legði hornaspark inn úr vinstru, málverjin hjá Saudi Arabia var í ongamannalandi, og so kundi Luis Suarez skora í eitt tómt mál. Barcelona-áleyparin brendi nakrar stórar møguleikar ímóti Egyptalandi, men hesaferð sveik hann ikki. Luis Suarez gjørdist harvið matchvinnari í sínum dysti nummar 100 fyri landsliðið. Eins og ímóti Egyptalandi kom málið eftir deyðbólt, ið Sanchez stóð fyri.

Saudi Arabia hevði tørv á einum sigri, og avrikið var væl betri enn í opningsdystinum, har russisku vertirnir vunnu heili 5-0. Liðið hjá Pizzi var betri skipað, og flutti bóltin væl til tíðir. Tað gjørdist bara ov sjálvdan vandamikið; Saudi Arabia fekk ikki heilt hótt málið hjá teimum ljósabláu. 

Uruguay hevði ikki nakað ímóti, at Saudi Arabia hevði bóltin í frið til tíðir. Tropparnir hjá Tabarez vóru væl skipaðir, og Uruguay var eisini nærri við at økja, enn Saudi Arabia var at javna.

Áskoðarnir hjá La Celeste kundi fegnast í Rostov. Nú er víðari luttøkan tryggjað. Tað er hon eisini endaliga hjá Russlandi; hesi liðini spæla bólkafinalu mánadagin. Tá spæla Saudi Arabia og Egyptaland eisini. Talan e rum ein dyst, har bert æran er uppá spæl.

Uruguay - Saudi Arabia 1-0(1-0)

23.min 1-0: Luis Suarez


Klokkan 19.00 spæla Spania og Iran. Hetta er ein týdningamikil dystur í bólki B.