Sigursmálið hjá Jose Maria Gimenez varð stútað inn í 89.minutti

(Mynd: EPA)

Uruguay tryggjaði sær sigurin í evstu løtu

Agnar Frederiksen

15.06.2018 - 13:57

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað vóru merkiliga nógv tóm setur, tá dysturin ímillum Egyptaland og Uruguay varð bríkslaður í gongd. Dysturin livdi heldur ikki upp til málveistluna í gjár, men í seinasta minutti megnaði Uruguay at skora og tryggja sær trý týdningarmikil stig.

Mohammed Salah var meldaður at vera til reiðar, men heilt stóra stjørnan hjá egyptum var ikki nóg brigur, og kom ikki á vøllin í dag.

Uruguay setti seg á dystin beinanvegin, men hóast yvirvág so var spælið hjá Uruguay stirvið og ósamanhangandi. Suðuramerikanska liðið skapti tó nakrar sera góðar møguleikar. Luis Suarez hevði tveir stórar møguleikar; ein í fyrra hálvleiki og ein í seinna. Men áleyparin úr Barcelona var ikki skarpur í dag. Ímóti endanum spældi Edinson Cavani bandaspæl við Suarez, og PSG-áleypariin heilfluktaði frá brotsteigarmarkinum. Hann rakti bóltin hart og reint, men egyptiski málverjin framdi eina stórbjarging. Stutt eftir hetta rakti Cavani stongina, tá hann skeyt eitt beinleiðis fríspark.

Hector Cuper hevði sett sítt norðurafrikanska liðið væl upp. Egyptaland var væl skipað, arbeiddi hart, og gav lítið burtur. Hinvegin hótti undirtippaða liðið ikki nógv ímóti málinum hja Uruguay, og har manglaði Salah týðiliga.

Tað sá út til at fara at enda við málleysum javnleiki, men Uruguay fekk lagt eitt trýst, og tað gav úrslt í seinasta minutti av vanligu leiktíðini. Carlos Sanchez legði eitt fríspark inn úr høgru, og har steig Jose Maria Gimenez uppfrá. Miðverjin úr Atletico Madrid stútaði bóltin væl í málið, og so var stórur fagnaður í leguni hjá Uruguay. Favorittarnir hildu fast, og hava nú eitt gott útgangsstøði í bólkinum saman við Russlandi. Súrt fyri Egyptaland ið nú er trýst til at vinna ímóti Russlandi, har Cuper kann vóna at hava Salah heilt tøkan.

Klokkan 16.00 spæla Marokko og Iran, og klokkan 19.00 bresta Portugal og Spania saman.

Egyptaland - Uruguay 0-1(0-0

89.min 1-0: Jose Maria Gimenez


2.umfar í bólki A:

Týsdagin 19.juni: Russland - Egyptaland

Mikudagin 20.juni: Uruguay - Saudi Arabia