Ein rakett varð skotin frá amerikanska oyðaranum USS Donald Cook við kós móti Sýria í nátt (Mynd: EPA)

USA, Bretland og Frakland lupu á Sýria í nátt



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.04.2018 - 09:01

Tíðindi > Uttanlands - Kríggj

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur saman við Stórabretlandi og Fraklandi givið boð um at leypa á Sýrialand.

Tað segði forsetin á einum tíðindafundi í Hvítu Húsunum í gjárkvøldið, lokala tíð (um tvey tíðina hjá okkum).

Bretski forsætisráðharrin, Theresa May, váttaði stutt eftir, at bretar luttaka í atsóknunum í Sýria.

- Eg havi góðtiki, at vápnaðar bretskar deildir fremja skipað og málrættað álop fyri at minka um møguleikan hjá sýrisku stjórnina at fremja evnafrøðilig álop, segði Theresa May sambært Reuters tíðindastovuni.

Eisini franski forsetin, Emmanuel Macron, hevur váttað, at franskar deildir eru við í atsóknini.

Álopið er aftursvar til evnafrøðiligu álopini á Douma síðsta vikuskiftið. USA, Stórabretland og Frakland halda øll, at stýrið hjá Bashar al-Assad hevði ábyrgdina.

Sambært Reuters hoyrdust fleiri spreingingar í sýriska høvuðsstaðnum, Damaskus, stutt eftir, at amerikanski forsetin hevði givið boðini.

Ein starvsstova í høvuðsstaðnum og fleiri herstøðir vórðu rakt. Tað skrivar Reuters frá sýriska eygleiðarabólkinum, SOHR. Eisini ljóða tíðindi um, at sýriska loftverjan hevur ”svarað aftur”.

Ein tíma eftir tíðindafundin hjá forsetanum, segði amerikanski herovastin, Joseph Dunford á tíðindafundi, at skipaða álopið var av. Amerikanski verjumálaráðharrin, Jim Mattis, hevur eisini sagt, at talan var um eitt eingangsálop. Fleiri álop eru ikki ætlað, sigur hann.

Limirnir í trygdarráðnum hjá ST hava seinastu dagarnir verið saman fyri at kjakast um, hvussu svarast kann upp á tað, ið hildið verður eitt evnafrøðiligt álop. Ráðið kom ikki fram til nakra semju, innan USA, Frakland og Stórabretland valdu at leypa á Sýria, skrivar Ritzau.