David Rockefeller (Mynd: BBC.COM)

USA: David Rockefeller deyður - Hann bleiv 101 ára gamal


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Niels Petersen

20.03.2017 - 21:13

Tíðindi > Uttanlands > Annað

Amerikanski milliardingurin og góðgerðarfólkið, David Rockefeller, av heimkendu Rockefeller familjuni hevur nú lagt árarnar inn. Hann bleiv 101 ára gamal.

David var tann seinasti av sínum ættarliði og hann var abbasonur stovnaran av Standard Oil, John D. Rockefeller Jr. Hann var yngstur av fimm synum.

Hóast hann ongantíð sjálvur gjørdi nakra roynd í politikki, so royndu tveir brøður hansara seg. Nelson Rockefeller var eitt skyfti guvernørur í New York og eisini so høgt sum varaforseti, tá Winthrop Rockefeller var guvernørur í Arkansas.

David Rockefeller gekk á Harvard, og var liðugur har í 1936. Hann hevði búskap sum høvuðsevni, og í 1940 bleiv hann doktari í búskapi við University of Chicago.

Eins og so mangir ungir menn hasa tíðina, so luttók David eisini í øðrum heimskríggi. Eftir kríggið arbeiddi hann í Chase Bank, sum seinni fekk navnið JP Morgan Chase.

Undir hansara leiðslu varð Chase Bank tann fyrsti amerikanski bankin sum opnaði deildir í Sovjetsamveldinum og í Kina, og eisini í Egyptalandi, eftir Suez kreppuna í 1956.

Hann hevði eisini síni fingramerkir á verkætlanini um at byggja World Trade Center í New York.

David Rockefeller fór frá í 1981, tá hann var blivin 65 ára gamal.

Tá tíðindini bórust um at David var farin, kom eitt tíðindaskriv frá fyrrverandi amerikanska forsetanum, George H.W. Bush og konu hansara Barbaru.

Í skrivinum takka tey fyri fleiri ára vinskap teirra, umframt hansara dygga stuðul til landsins leiðslu gjøgnum mong ár.

Umframt at vera vælgerðarfólk, so var David Rockefeller sera áhugaður í list, og hansara privata samling hevði einaferð eitt virði á 3,45 milliardir krónur.

Tá hann fylti 100 ár í 2015 lat hann 4.000.000 fermetrar av jørð til eina national park í statinum Maine.

Í 1998 fekk hann Presidential Medal of Freedom, fyri alt sítt vælgerandi arbeiði. Hetta er størsti heiður ein sivilur persónur í Amerika kann fáa.

David Rockefeller fekk seks børn við konuni Margaret. Hon doyði í 1996.