Tómi sessurin hjá USA (Mynd: EPA)

USA fer úr ST mannarættindaráðnum UNHRC



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

20.06.2018 - 08:14

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

USA fer úr ST mannarættindaráðnum UNHRC. Tað segði amerikanska ST-sendikvinnan Nikki Haley týsdagin, skrivar tíðindastovan Reuters.

Sendikvinnan kallar ráðið fyri eina "dupultmoralska og sjálvrættvísa organisatión, sum ger gjøldur burturúr mannarættindum", og grundgevingin fyri at fara úr ráðnum er millum annað ein "kronisk partískheit móti Ísrael", skrivar Reuters.

- Eg vil gjarna gera tað púra greitt, at henda avgerðin er ikki ein roynd at skáka okkum undan okkara mannarættindaábyrgdum, segði sendikvinnan Nikki Haley á tíðindafundinum sambært DR.

47 limir eru í ST mannarættindaráðnum, sum verða valdir í ST aðalráðnum trý ár ad gangin.