Hwasong-15 varð royndarssend í gjár (Mynd: EPA)

USA hóttir Norðurkorea

Ari av Rana

30.11.2017 - 10:54

Tíðindi > Uttanlands > Politikkur

Amerikanska stjórnin hevur ávara Norðurkorea um ikki at fara í kríggj við stórveldið, tí skuldi tað hent seg, verður Norðurkorea fullkomiliga lagt í oyði.

Hetta varð sagt eftir at Norðurkorea sendi sína inntil nú mest framkomnu rakett úr Pyongyang, hóast hetta er ímóti viðtøkunum hjá trygdarráðnum í ST. Nýggja rakettin, sum ber navnið Hwasong-15, er fyrsta rakettin, sum røkkur heilt til meginlandið í USA, skrivar Reuters.

Hóast amerikanska stjórnin valdi at hótta Norðurkorea, ynskir stjórnin enn eina diplomatiska loysn. Nikki Haley, amerikanskur ambassadørur, segði á fundi við ST trygdarráðnum, at USA ynskir ikki kríggj. Men um kríggj skuldi brotið út, so er orsøkin ágangur sum hesin, sum Norðurkorea framhaldandi vísir.