Donald Trump tosar við amerikanskar miðlar 9. apríl (Mynd: EPA)

USA lovar skjótt og kraftamikið aftursvar fyri eiturgassálop

Oda Strøm

10.04.2018 - 07:28

Tíðindi > Uttanlands - Kríggj

Donald Trump, forseti í USA, segði í gjár við amerikanskar miðlar, at hann fer at avgera komandi dagarnar, um USA fer at svara aftur hernaðarliga á eiturgassálopið í Sýria. Sambært Reuters segði forsetin, at USA kann og vil steðga slíkum.

- Men vit kunnu ikki lata ræðuleikar sum hesar fara framvið. Vit kunnu ikki loyva, at hetta hendir, serliga tá vit kunnu gera nakað við tað, við megini hjá landið okkara USA, vit kunnu steðga hesum.

Eiturgassálopið varð eftir øllum at døma framt leygarkvøldið í Ghouta. Sýriska stjórnin vísir aftur, at hon hevur nakað við álopið at gera. Í minsta lagi 60 fólk eru deyð, og meira enn 1000 fólk eru særd, sambært tíðindastovuni Reuters.

Les eisini: Trump hóttir Putin, Russland og Iran