Tvær kvinnur verða ákærdar fyri at hava framt drápið (Mynd: EPA)

USA: Norðurkorea drap hálvbeiggja Kim Jong-un við nervagassi

Ari av Rana

07.03.2018 - 13:11

Tíðindi > Uttanlands > Brotsverk

Amerikanska uttanríkisráðið sigur, at tað var norðurkoreanska stýrið, sum drap hálvbeiggja Kim Jong-un í fjør. Nú vil uttanríkisráðið leggja nýggj revsitiltøk á Norðurkorea eftir morði á hálvbeiggjan.

Hálvbeiggin Kim Jong-nam var álop á flogvølli í Kuala Lumpur í februar í fjør. Kim Jong-nam fekk smurt sera vandamikla nervagassi VX í andlitið, og lat lív stutt eftir.

USA hevur leingi havt mistanka um at Norðurkorea stóð aftanfyri drápið, men hetta er fyrstu ferð, at USA alment sigur hetta, skrivar DR.

Nú ynskir USA at revsa Norðurkorea við at leggja nýggj revsitiltøk á landið.