Clint Dempsey og USA køvdu vónina hjá Paraguay (Mynd: EPA)

USA og Kolumbia víðari úr Bólki A

Niels Petersen

12.06.2016 - 09:23

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Við einum teprum, men uppibornum 1-0 sigri vann USA seg í nátt víðari til fjórðingafinalurnar í Copa America, sum í ár verður avgreitt í júst USA. Amerikumenn spældu í nátt móti Paraguay, og útgangstøðið var tað sama fyri bæði liðini. Skuldu tey víðari úr bólkinum, mátti ein sigur til. Hann fekk USA, og sostatt er USA víðari, meðan semifinalisturin frá seinast, Paraguay er útsligin.

Kolumbia vann bólk A, hetta hóast tað endaði við 2-3 tapi til Kosta Rika í nátt. Kolumbia hevði longu tryggjað sær oddasessin í bólkinum, við at vinna teir báðar undanfarnu dystirnar, so pláss var til umrokeringar í hópinum. Um Kosta Rika skuldi spæla seg víðari, so skuldi vinnast á Kolumbia, umframt at USA og Paraguay skuldu deila stigini. Men soleiðis bleiv tað ikki.

Í kvøld spælur Ekvador móti Haiti og Brasil móti Peru

Úrslit og dystarskrá

USA - Paraguay 1-0 (1-0)

1-0: Clint Dempsey

Kolumbia - Kosta Rika 2-3 (1-2)
0-1: Johan Venegas
1-1: Frank Fabra
1-2: Frank Fabra (sjálvmál)
1-3: Celso Borges
2-3: Marlos Moreno

Dystir í nátt

kl. 23:30 Ekvador - Haiti

kl. 01:30 Brasil - Peru