Amerikansk F-22 Raptor hernaðarflogfør eru við í venjingini (Mynd:BBC)

USA og Suðurkorea eru farin undir heimsins størsta hernaðarvenjing

Ari av Rana

04.12.2017 - 10:25

Tíðindi > Uttanlands - Kríggj

hernaðarvenjing. 230 flogøfrúr Suðurkorea og USA luttaka í venjignini. Norðukorea kallar venjingina fyri eina provokatión.

Venjing fer fram bert 5 dagar eftir at Norðurkorea royndarskeyt eina rakett, sum møguliga kann ferðast 13.000 kilometrar. Hetta merkir, at rakettin røkkur heilt til meginlandið í USA.

12.000 amerikanskir hermenn taka lut í venjingini saman við suðurkoreanskum hernaðardeildum.

Endamálið við venjingini er at betra um tilbúgvingina fyri at tryggja frið og støðufesti á koreansku hálvoynni, skrivar Ritzau.