Mynd: Dr.dk

USA sendir bumbuflogfør móti Norðurkorea



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

23.09.2017 - 20:20

Tíðindi > Uttanlands > Annað

USA hevur sent bumbuflogfør saman við stríðsflogførum móti Norðurkorea, sum svar uppá “ábyrgdarleysu atferðina” hjá einaveldinum við Kim Jong-un.

Tað skrivar dr.dk, sum siterar Reuters.

Bumbuflogfarið, eitt B-1B Lancer, og stríðsflogførini, sum fylgdu flogfarinum, skuldu vísa hvørjar hernaðarligar møguleikar forsetin Donald Trump hevur.

Norðurkorea gjørdi 3. september enn eina royndarkjarnorkuspreinging, og í august og september mánaða hava royndir verið gjørdar við rakettum, sum hava flogið yvir japanskum øki.

Amerikonsk flogfør hava ikki flogið so norðalig í 21. øld.

- Við hesum strika vit undir, hvussu álvarsligt vit halda ábyrgdarleysu atferðina hjá Norðurkorea verða, sigur ein talskvinna fyri amerikanska verjumálaráðið.

Í einari røðu á ST aðalfundinum týsdagin hótti Trump við at leggja Norðurkorea í oyði.